Hátíðarhalda uppstigan av Tórsbreyt

Arbeiðið at umvæla og uppstiga Tórsbreyt er liðugt. Fríggjadagin 4. september klokkan 15 verður hátíðarhald á breytini.

Tórshavnar kommuna bjóðar øllum at vera við til hátíðarhaldið.

 

Arbeiðið varð boðið út í januar, og í mars skrivaði kommunan undir sáttmála við Sp/f Grettir, sum hevði lægsta tilboðið.

 

Tórsbreyt er bæði víðkað og dagførd, so hon nú kann verða góðkend til fleiri altjóða kappingar, skrivar Tórshavnar kommuna.