NSÍ hevur eina greiða favorittstøðu móti Skála ÍF

Her eru oddsini upp á dystin NSÍ-Skála ÍF

Savnsmynd

Í kvøld klokkan 19 spæla NSÍ og Skála ÍF dyst í Meistaradeildini hjá monnum á vøllinmum við Løkin í Runavík.

 

Tá liðini hittust undir Mýruhjalla á Skála 26. apríl endaði dysturin við javnleiki 3-3.

 

NSÍ er næstfremst í deildini við 34 stigum. Skála ÍF er aftast við 14 stigum.

 

NSÍ hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til NSÍ liggja millum 1,33 og 1,45.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,80 og 4,75.

 

Oddsini upp á útisigur til Skála ÍF liggja millum 4,80 og 6,75. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

Savnsmynd