Tað hevur leingi verið ávegis, og í kvøld eydnaðist tað. Í níggjunda og síðsta dysti í fyrsta triðinginum av ársins landskapping eydnaðist tað loksins Skála at vinna fulla úrtøku. Tað var á heimavølli ímóti uppflytarunum í AB, at uppflytararnir á Skála vunnu 1-0.
Hetta var fimta ferðin á rað, at skálamenn fóru av vøllinum við úrtøku. Fýra tær undanfarnu ferðirnar var úrslitið javnleikur.
Málið í kvøld skoraði Skála tveir minuttir undan steðginum. Dagfinn Forná bríkslaði fyri brotssparki, og Simon Jørgensen var fyri fjórðu ferð í ár málskjútti. Skála hevur tilsaman skorað sjey mál í níggju teimum fyrstu landskappingardystunum.
Tað reið alla tíðina um snarið undir Mýruhjalla í kvøld. Skála hevði tvær royndir innanfyri málrammuna, og AB hevði eina roynd innanfyri málrammuna, og AB hevði fleiri royndir framvið málinum hjá Hans Jákup Arngrímsson, meðan heimaliðið ikki hevði royndir framvið AB málinum.
Fram til og við fjórða umfari, tá ið AB vann 2-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur, gekk tað sum eftir ánni hjá agrjamonnum. Nú er av álvara stígur komin í. Fimm tær seinastu ferðirnar er samlaða úrtøkan tvey stig.
AB hevur 11 stig, og tað hava Víkingur, HB og B68 eisini.
Ársins fyrsti sigur ber við sær, at Skála nú er omanfyri strikuna. Skála hevur sjey stig og er eitt stig frammanfyri EB/Streym og eisini frammanfyri 07 Vestur, ið hevur sama stigatal sum Skála. Málmunurin hjá Skála er -3, og hjá 07 Vestur er málmunurin -7.
Sunnudagin fær Skála vitjan av B36, og annan mánadag fær AB vitjan av Víkingi.
Skála – AB 1-0 (0-0)
1-0: Simon Jørgensen br
Dómari: Dagfinn Forná












