Nú verður dreymurin veruleiki ella vónbrot

René Shaki Joensen er miðverji, og Odmar Færø og Deni Pavlovic eru á beinkinum í avgerandi dystinum um pláss í bókaspælinum í UEFA Conference League

Klokkan 18 verður fyrsta bríksl á Skonto stadion í letlendska høvuðsstaðnum Riga. KÍ er gestur hjá Riga, og hjá báðum pørtum er setningurin at vinna og harvið at spæla seg í europeiskt bólkaspæl. Tá ið liðini fyri einari viku síðani hittust í Klaksvík endaði tað við málleysum javnleiki.

 

KÍ er í kendu uppstillingini í Europa – 5-4-1. René Shaki Joensen er nýggjur í miðverjuni, meðan Dani Pavlovic, sum er smáskaddur, og Odmar Færø, sum ikki hevur verið í dysti síðani mitt í juli, eru á beinkinum.

 

Undan kappingarárinum var dreymurin hjá royndu KÍ spælarunum, at tað fór at eydnast at vinna KÍ í europeiskt bólkaspæl. Í 2023 var KÍ fyri fyrstu og higartil einastu ferð við í europeiskum bólkaspæli.

 

Umstøðurnar eru góðar at spæla fótbólt í Riga í kvøld. Tað er turt og 18 hitastig, og vøllurin sær út til at vera heilt góður.

 

Tað ber til at keypa atgongd at síggja dystin á KÍ heimasíðuni ki.fo.

 

 

 

Riga – KÍ kl. 18.00

 

Á Skonto stadion í Riga í Lettlandi

 

Dómari Allard Lindhout úr Niðurlondum

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Gilli Rólantsson Sørensen, René Shaki Joensen, Gaston Tellechea, Jean Carlos – Árni Frederiksberg, Mansour Sinyan, Hallur Hansson, Ousama Ali – Páll A. Klettskarð

 

Á beinkinum: Nicolai Christensen, Deni Pavlovic, Daniel Johansen, Jonn Johannesen, Filip Brattbakk, Erlend Hustad, Odmar Færø, Martin Gonzalez, Dávid Reynheim, Símun Kalsø

 

Venjari: Magnus Powell