Setanin av Mentanardøgunum setur ljós á tey farnu

3. september klokkan 20:00 verða Mentanardagarnir í Fuglafirði settir. Hesaferð verður vitjað í kirkjuni og kirkjugarðinum

Kirkjuklokkurnar ringja inn í kirkjuna, og Bárður á Lakjuni, mentamálaráharri, setur dagarnar. Tónleikaframførslur verða við Fuglafjarðar Sangkóri, Eilin Hansen og Siri Hansen, og Jógvan Joensen.

 

Tá kirkjuklokkurnar ringja út, verða gravarljós handað og farið verður niðan í kirkjugarðin, at seta ljós á gravirnar hjá okkara kæru.

 

Fuglafjarðar Hornorkestur letur tónar ljóma í kirkjugarðinum, og tá ljósini eru sett, verða tónar at hoyra frá brøðrunum Johan og Rúna Hentze.

 

Aftaná setanina verður farið yvir í Ribarhús til fernisering.