Nýggj skipan til streymnýtslu hjá smábátum

- Endamálið er at gera tað lættari og smidligari hjá bátaeigarum at umsita sína streymnýtslu. Samstundis gevur skipanin eitt betri yvirlit yvir nýtsluna

Klaksvíkar Havn er í hesum døgum í ferð við at skifta skipan til streymveitingina til smábátar. Gomlu el-standararnir verða nú skiftir út við nýggjar standarar, sum hava eina talgilda gjaldsskipan til streymnýtslu.

 

- Í sambandi við arbeiðið kann tað koma fyri, at streymstykkini hjá bátunum fyribils verða tikin úr, meðan arbeiðið verður gjørt. Væntað verður, at arbeiðið verður liðugt í komandi viku, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

Við nýggju skipanini verða gomlu streymkortini ikki brúkt longur. Í staðin skulu bátaeigarar stovna ein brúkara til nýggju skipanina og síðan gjalda fyri streymnýtsluna umvegis fartelefon ella aðra talgilda loysn.

 

- Endamálið við nýggju skipanini er at gera tað lættari og smidligari hjá bátaeigarum at umsita sína streymnýtslu. Samstundis gevur skipanin eitt betri yvirlit yvir nýtsluna.

 

Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at bátaeigarar sjálvir skulu stovna brúkara í skipanini. Tó skulu bátaeigarar venda sær til Klaksvíkar Havn fyri at fáa eitt loyniorð til skipanina.

 

- Haraftrat ber eisini til at fáa vegleiðing og hjálp til skipanina, og vegleiðing sæst eisini um heimasíðuna - www.klaksvik.fo, verður lagt aftrat.