Oddagrein·Hví er Margrethe drotning ikki við?

Tað var ein stórfingin dagur í Føroya søgu á ólavsøku í 1952, tá 100 ára dagurin fyri endurstovnanina av Føroya Løgtingi, hesum mæta og søguliga tingi, varð hátíðarhildin. Millum mongu innbodnu gestirnar var eisini kongur.

Nú vit skriva 2002 eru 150 ár liðin síðani somu endurstovnan og verður dagurin aftur hátíðarhildin. Hesaferð eru løgtingshúsini eisini umbygd til dagin og eru eisini mong umboð úr útlandinum boðin við til hátíðarhaldið.

Tað, sum tó kann undra, er, at Margrethe drotning, hægsta umboðið fyri kongshúsið, er ikki boðin við til hetta megnar hald, nú hon er drotning fyri alt ríkið, tvs. eisini fyri Føroyar.

Tað kundi tí verið sera áhugavert at fingið at vitað, hví ikki hennara hátign Margrethe drotning ikki er boðin við og kann vera hjástødd til hetta stóra hátíðarhald? Er hetta eitt mistak ella hevur tað verið politikkurin hjá undanfarna formanskapi í løgtinginum við vælsignilsi úr Tinganesi, at hægsta umboð fyri kongshúsið ikki skuldi verða boðið við til hátíðarhaldið?

Neyvan man tað vera eitt mistak, tí tað vildi í sær sjálvum verið einki minni enn ein skandala. Kann tað so veruliga passa, at tað hevur verið eitt politiskt ynski, at drotningin ikki varð umboðað til slíkt hátíðarhald? Hóast undanfarna samgonga legði hart út á fullveldiskós í byrjanini av valskeiðnum, so vita vit, at tað dragnaði í kongunum sum leið út móti endanum av valskeiðnum. Og tá hugsað verður um, at eisini Tjóðveldisflokkurin hevur verið heitur talsmaður fyri at varðveita felags kongshús skuldi man trúð, at Margrethe drotning var vælkomin til hetta fyri okkum føroyingar so týðandi hátíðarhald.

Tú nýtist tí hvørki at vera sambandsmaður ella samríkjamaður fyri at vera kongstrúgvur. Tá sjálvt tjóðveldisfólk kunnu góðtaka framhaldandi kongsveldi her á klettunum, og vit vita, at føroyingar flestir eru sera kongstrúgvir, so er tað ein gáta, hví ovasta umboðið fyri sama kongshúsið ikki er boðið við til hetta hátíðarhald.

Spurningur okkara til politiska myndugleikan í Føroyum er tí: hví er Margrethe drotning ikki boðin við til 150 ára dagin fyri endurstovnini av Føroya Løgtingi? Hetta er ikki ein spurningur um samband ella sjálvstýri. Hetta er ein spurningur um virðing og tign.

Sosialurin