Stóri vinnarin í fótbóltinum í dag er vetrarveðrið og kavin. Tað verður eingin fótbóltsdystur í tveimum teimum bestu deildunum í dag.
Fyrrapartin var greitt, at Formuladysturin á Svangaskarði millum B68 og NSÍ varð avlýstur, og at dysturin á sama vølli í 1. deild millum B68 og 07 Vestur eisini varð avlýstur.
Nú er greitt, at allir av hinum fýra dystunum í 1. deild, sum vóru á skránni í dag, eru avlýstir orsaka av kava.
Teir eru AB-TB, HB-VB/Sumba, EB/Streymur-NSÍ og KÍ-Víkingur.
Suðuroyarliðini eru í høvuðsstaðnum, og royndir hava verið gjørdar at rudda vallirnir, men í dag bøtir einki ímóti vetrinum, sum rættuliga ger um seg.