Við tíðini 14:48 minuttir svam Pál Joensen leygardagin skjótastu tíðina í heiminum á 1500 metrum í frísvimjing síðan 1. aygust 2009, tá svimjiárið 2010 byrjaði.
Hetta er somuleiðis skjótasta tíðin nakar hevur svomið 1500 metrar í Føroyum. Og Pál Joensen, sum í løtuni er skjótari enn hann var um somu tíð í fjør, er greiðir yvir, at tað gongur honum væl í løtuni.
– Tað sær fínt út. Eg svam ein fínan 1500 metur í gjár. Og nú fara vit til World Cup kappingar í Evropa komandi vikurnar, og eg eri nummar eitt í heiminum beint nú. Tað verður hørð kapping í øllum kappingunum nú, men eg fari at gera tað besta eg kann beint nú, sigur Pál Joensen.
Komandi vikurnar verða World Cup kappingar í Moskva, Stokkhólmi og í Berlin, og til hesar kappingarnar eru vánirnar hjá Páli rímiligar.
– Russar hava nakrar góðar á langum teinum, men eg vóni at fáa eitt medaljupláss í Moskva. Til Stokkhólm veit eg nøkulunda, hvør verður við, og svimja teir til bestu tíð, so má eg forbetra meg eitt sindur, greiðir Pál Joensen frá.
120 kilometrar um vikuna
Pál Joensen nýtir ikki meira tíð upp á svimjing, enn hann hevur gjørt, tí tað er døgnið ov stutt til, men hann venur øgiliga hart í løtuni.
– Vikurnar liggja ímillum 80 og 120 kilometrar í hylinum, og tað ber illa til at svimja meira, áðrenn tað verður ósunt, greiðir Jón Bjarnason, venjari hjá Páli Joensen frá.
Skal svimjingin umgerast til renning, so svarar orkan til umleið 400 kilometrar.
Hann leggur afturat, at hann hevur góðar vónir til Pál komandi veturin, og at málið er at vinna EM í desembur.