Í morgun andaðist Pauli Ellefsen, fyrrverandi løgmaður, 76 ára gamal.
Pauli Ellefsen, ættaður úr Miðvági, var sum ungur fiskimaður, lærdi til fjarritara og sigldi úti, áðrenn hann búsettist í Keypmannahavn. Hann arbeiddi sum grannskoðari hjá revisiónsfelagnum C. Jespersen, meðan hann las HD í grannskoðan á handilsháskúlanum. Í 1969 var hann ríkisgóðkendur grannskoðari. Fyrst í sjeytiárunum flutti hann til Føroya, har hann eitt skifti hevði grannskoðaravirkið Sundstein & Ellefsen saman við Jógvani Sundstein. Teir fóru seinni hvør til sítt. Pauli stóð tá á odda fyri Grannskoðaravirkinum Pauli Ellefsen, KPMG og saman við øðrum SPEKT.
Pauli Ellefsen kom sum eitt skot inn á politiska pallin í 1974. Hann var eyðsýndur í valstríðnum við nógvum stuttum greinum, sum vóru eyðkendar við løttum máli og beinraknum og einføldum boðskapum.
Trygvi Samuelsen, sum var floksformaður, varð ikki valdur í 1974. Pauli Ellefsen var valdur til formann í Sambandsflokkinum stutt eftir valið. Sessin røkti hann til 1990, tá hann ikki stillaði upp aftur.
Sambandsflokkurin var í andstøðu eftir valið í 1974, tá Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin skipaðu samgongu. Hon sat til 1980, tá val varð útskrivað í ótíð. Pauli Ellefsen var eyðsýndur andstøðuleiðari, og Sambandsflokkurin var størstur flokkur við honum sum formanni. Flokkurin fekk 19,1 prosent av atkvøðunum í 1974. Í 1978, tá Pauli Ellefsen var formaður, fekk flokkurin 26,3 prosent av atkvøðunum. 23,9 prosent av atkvøðunum fall Sambandsflokkinum í lut í 1980.
Pauli varð valdur í fólkatingið tann 1. mars 1977. Tvey ár frammanundan hevði Sambandsflokkurin fingið 23,2 prosent av atkvøðunum. Í 1977 var undirtøkan 31,7 prosent. Pauli sat í danska Fólkatinginum í 10 ár, undantikið árini, tá hann var løgmaður.
Tað bleiv hann tann 5. januar 1981, tá Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin fóru í samgongu. Hann sat í løgmansessinum í fýra ár til 10. januar 1985.
Pauli hevði góðan politiskan penn, og hann dugdi væl at røða. Framvegis verður tikið til, tá ið hann í 1. mai dagsrøðu røddi um støddina og býtið av samfelagslagkøkuni.
Í morgun andaðist hann, 76 ára gamal.