Pauli Ellefsen farin

Fríggjadagin bórust deyðsboðini av Paula Ellefsen, fyrrverandi løgmanni. Hann doyði eftir stutta sjúkralegu, 76 ára gamal

Pauli Ellefsen var ríkisgóðkendur grannskoðari og politikari árini 1974 - 1990. Politiska tindin rakk hann, tá ið hann 1981-1985 var løgmaður og stóð á odda fyri borgarligu samgonguni.
Pauli Ellefsen var miðvingur. For­eldr­­ini vóru Joen Elias Ellefsen, sum var keypmaður, og Sofía fødd Høj­gaard og ættað úr Rituvík. Tey fingu átta børn, og Pauli er elstur. Hini syst­kini eru Petur, Ása, Svend Aage, Jens Eli, Jana, Eydna og Jóna.
Pauli var fiskimaður, lærdi til fjarritara og sigldi úti, áðrenn hann bú­sett­ist í Keypmannahavn. Hann ar­beiddi sum grannskoðari hjá revisións­felagnum C. Jespersen, með­an hann las HD í grannskoðan á handils­há­skúlanum. Í 1969 varð hann ríkis­góð­kendur grannskoðari. Fyrst í sjeyti­ár­unum flutti hann til Føroya. Eitt skifti hevði hann saman Jógvani Sund­stein grannskoðaravirkið Sund­stein & Ellefsen. Eftir at teir vóru far­nir hvør til sítt, hevur Pauli staðið á odda fyri Grannskoðaravirkinum Pauli Ellefsen, KPMG og saman við øðr­um SPEKT. Hann seldi sín part fyri nøkrum árum síðani.
Pauli gjørdist sum eitt skot ein av teim­um fremstu á politiska pallinum. Undan valinum í 1974 var hann við heilt nógvum og stuttum greinum, ið vóru eyðkendar av løttum máli og stíli og beinraknum og einføldum boð­­skap­um, ógvuliga markantur í val­stríð­num.
Sambandsflokkurin hevði á vali­num í 1970 fingið eitt umboð í Suðurstreymi. Tað var Trygvi Samuel­sen, sum varð valdur til floksformann, eftir at Johan Poulsen ikki lat seg stilla uppaftur í 1970. Á valinum í 1974 fekk Sambandsflokkurin í Suður­streymi aftur eitt umboð. Men hesa ferð var tað Pauli Ellefsen. For­mað­urin var fallin, og hóast Pauli í stíli ikki var heilt soleiðis, sum hinir ting­menninir, sum tá umboðaðu Sam­bands­flokkin, vóru, so varð Pauli Ellef­sen beinanvegin, sum hann var komin í tingið, valdur til formann í Sam­bands­flokkinum. Henda sessin røkti hann inntil í 1990, tá ið hann ikki still­aði uppaftur.
Eftir valið í 1974 var Sam­bands­flokkurin í andstøðu. Breið sam­gonga millum Javnaðarflokkin, Tjóð­­veldis­flokk­in og Fólkaflokkin varð skipað. Hon helt inntil val varð út­skriv­að í ótíð í 1980. Pauli Ellefsen var sera mark­ant­ur andstøðuleiðari, og á val­unum, sum vóru aftaná, var Sam­bands­flokkurin stórur. Pro­sent­talið fór frá 19,1 í 1974 og til 26,3 í 1978 og 23,9 í 1980. Á báðum hesum valunum var Sambandsflokkurin størsti flokkur.
Samstundis vaks undirtøkan á folka­tingsvalunum ógvuliga nógv. Pauli varð valdur í fólkatingið 1. mars í 1977. Tvey ár frammanundan hevði flokk­urin fingið 23,2 prosent av at­kvøð­unum. Í 1977 var undirtøkan 31,7 pro­sent! Pauli sat í fólkatinginum frá 1977 til 1990 við undantaki av tíðar­skeið­num 1981-1985, tá hann var løg­mað­ur, og so stutta valskeiði 1987-1988, tá hann ikki varð valdur.
Eftir valið í 1980 skipaðu Sam­bands­flokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálv­stýris­flokkurin samgongu.
Pauli varð valdur til løgmann 5. januar í 1981, og hann sat í løg­man­s­sessi­num til 10. januar í 1985.
Pauli hevði góðan politiskan penn, og hann dugdi væl at røða. Framvegis verð­ur tikið til, tá ið hann í 1. mai dags røðu tosaði um støddina og býtið av sam­felag­sl­ag­køkuni.
Pauli var giftur Henni, fødd Ras­mus­sen.
Henni og Pauli fingu fýra børn: Jógvan (1964), Árni (1966), Ann (1972) og Gunn (1975). Árni býr í Havnini, og hini búgva í Hoyvík.
Pauli Ellefsen fer til gravar úr Hoy­víkar kirkju mikudagin klokkan 14.