Politihundur fann rúsevni í orðabók

Longu í 1977 sang danska popporkestrið Shu-bi-dua í sanginum "Vuffelivov" um hundar, sum »går rundt og snuser til mangt en lærebog«.

Per Rasmussen/Ritzau Scanpix

Hetta var sjón fyri søgn í Roskilde í gjár, tá ein politihundur stakk nøsina í eina enska orðabók.

Tað var á eini adressu á Vestergade í dómkirkjubýnum Miðsælandi.

Her var hundurin til arbeiðis saman við hundaførara eftir boð um ólógligt virksemi, upplýsir Mið- og Vestursælendska løgreglan í síni døgnrapport í dag.

Luktisansurin hjá politihundinum førdi til orðabókina, har amfetamin varð funnið í einum holi. Hundurin sniffaði eisini amfetamin fram aðrastaðni í íbúðini.

Ein 52 ára gamal maður er skuldsettur í málinum.

 

Per Rasmussen/Ritzau Scanpix