Pólski kappingarneytin hjá Ara í ÍBV skiftir felag

ÍBV tapti á heimavølli móti Fram í kvøld

Tá føroyski málverjin, Ari í Haraldsstovu Petersen vann plássið at verja málið hjá ÍBV í bestu íslendsku fótbóltsdeildini var tað pólski málverjin, Marcel Zapytowski sum mátti lúta. 

 

Marcel Zapytowski vardi málið fýra teir fyrstu dystirnar í kappingini, men síðani 3. mai er tað Ara sum hevur staðið millum stengurnar hjá ÍBV.

 

Marcel Zapytowski hevur tí gjørt sáttmála við Egersund, ið spælir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. 

 

Ari vardi í kvøld málið hjá ÍBV á trettanda sinni í kappingini. ÍBV hevði vitjan av toppliðnum, Fram á Hásteinnsvøllinum í Heimey. 

 

Fram vann dystin 2-1. Eitt sjálvmál og eitt brotsspørk góvu Fram eina 2-0 leiðslu í steðginum. Vicente Valor hjá heimaliðnum fekk spenning í uppgerðina aftur við einum brotssparksmáli, tá 12 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, men nærri kom ÍBV ikki einum stigi hesaferð.

 

ÍBV er nummar átta í deildini við 16 stigum. Teir hava trý stig upp til gylta sætta plássið, har Keflavík hevur 19 stig. Røkkur ÍBV ikki sætta plássinum aftaná lokið grundspæl, so mugu teir spæla í niðara endaspælinum. 

 

Sunnukvøldið 9. august klokkan 19 verður føroyingauppgerð. Tá taka Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík móti ÍBV á Víkingsvøllinum.