Eftir boðum frá lærara og próvdómara fer Jógvan við aðrari hondini í spurnarkassan
"Nágreinilig vitan hjá fólki" og tekur ein tilvildarligan lepa: Heimastýrislógin og føroyskur búskapur og vælferð?
Hann setur seg við tað grøna borðið. "Hetta var nú ikki heilt galið", hugsar hann, men rúm tíð gekk, áðrenn ljóð kom av hansara munni, og próvdómarin gjørdist ótolin.
"Í bóklinginum "Frá heimastýri til fullveldi", sum landsstýrið koyrdi í hvørja smogu og hvørja úthurð í Føroyum, er millum annað tilskilað á síðu 5, at "tann politiska viðgerðin í Føroyum er tískil liðug?", og "tí er neyðugt, at fólk nágreiniliga vita, hvat hetta snýr seg um." Eisini verður sagt á síðu 25, "at um ríkisveitingarnar minka eftir heilt fáum árum, kann hetta hava við sær uppsagnir og arbeiðsloysi".
Hvat er tað so, ið fólk mugu vita nágreiniliga? Sjálvandi er eitt ótal av to-be-or-not-to-be-spurningum, sum føroyingar eiga at fáa greitt svar uppá, áðrenn tímaglasið er runnið. Higartil hava upplýsingar, frágreiðingar og grundgevingar um loysingarfilosofiina verið doktrinerar og dogmatiskar og í versta føri merktar av villleiðing og ósannleika.
Í 30-unum í farnu øld vóru ringar tíðir í flest øllum londum í Europa, og í so máta vóru Føroyar einki undantak. Tey, ið áttu bát í neystinum og kúgv í kjallaranum ella fjósinum, vóru kanska frægast fyri. Hungur og hall pikkaði uppá í mongum heimum.
Men við seinna heimsbardaga og bretsku hersetingini av Føroyum hendu stórar broytingar. Føroysk skip fóru at sigla til Onglands við ísfiski, har hann varð seldur fyri góðan prís, og hervaldið gav nógv arbeiði á landi. Lívsgleði og -megi avloysti hungur- og hall-tilveruna. Men prísurin fyri hesa nýggju vælstandstíð var høgur. Sambært bókini "Víkingasynir" fórust 39 skip við l32 monnum, og 44 langfaramenn, 29 útróðrarmenn og 6 mans lótu lív á annan hátt á sjónum.
Tá ið bardagin hæsaði av í 1945, áttu føroyskir peningastovnar 52 milliónir í Onglandi og Danmark, men dansurin um gullkálvin gjørdist stokkutur: Longu í august l952 vóru peningaognirnar broyttar til skuld uppá 4.1 mió.
Í 1951 og l952 fór Sjóvinnubankin tvær ferðir á heysin, og báðar ferðir varð hann rekonstrueraður, men l. februar l952 varð lykilin dreyaður um, og bankin lat ikki upp aftur fyrr enn 22. februar við fylgjandi innspræningum:
? Partapeningurin niðurskrivaður við 99%
? Nýggjur parta-
peningur ?? 0.5 mió.
? Løgtingslán ? 2.8 mió.
? Løgtingsð innlán ??? 1.35 mió.
? Útvegað til útgerðarlán til skip ?? 4.0 mió.
Upphæddirnar frá løgtinginum vóru samb. Beretning angående Sjóvinnubankan síðu 31-34 fingnar til vega við lánum frá statskassanum.
Hetta var so fyrstuferð eftir heimsbardagan, at Jeppe av álvara vaknaði við buldrandi timburmonnum. Fólk í túsundatali rýmdu til Íslands og Danmarkar. Tá var ringt skil í Føroyum, upp á seg kanska verri enn skilið 4o ár seinri, men tað ber tó ikki til at geva heimastýrislógini skyldina, tí tá var hon so nýggj í garði, at umsitingarliga pionerarbeiðið úti í Tinganesi illa nok var fingið frá hondum.
Viðvíkjandi spurninginum um hvørja ávirkan heimastýrislógin hevur havt mótvegis føroyskum búskapi, so kann hesin heldur torføri spurningur kanska svarast við nøkrum dømum:
? Til tess at endurnýggja skipaflotan vórðu fyri hálvari øld síðan føroyskar og danskar lógir settar í gildi. Við hesum lógum kundi landskassin veita studningslán og Fiskeribanken og finansministeriið langfreistað lán. Seinri komu fleiri løgtingslógir um lánveiting úr landskassanum, og úr Danmark kom Færøernes Realkreditinstitut til fígging av skipum. Harumframt álegði løgtingið við ótali av lógum føroyska skattaborgaranum at veðhalda fyri lánum, ið skipaeigarar og annað gott fólk fingu bæði úti og heima. Hetta kom okkum dýrt at standa.
(Nú, nú, pippaði undan skegginum á próvdómaranum).
? Við danskari lóg varð 60-milliónagrunnurin (Íleggingargrunnurin fyri Føroyar) settur á stovn. Um hesin grunnur, sum fyri meira enn 20 árum síðan kom undir føroyska umsitig, ikki hevði verið, høvdu SEV, telefonverkið, berghol og landsvegir kanska verið skuggar av sær sjálvum.
? Føroyagrunnurin, fíggjaður av statskassanum, bjargaði Føroya stórsta virki, P/f J. F. Kjølbro, undan húsagangi.
Hetta var eitt sindur um búskapin, og so er tað vælferðin.
? Í 60-unum vórðu danskar lógir á vælferðarøkinum, t.v.s. almanna- og heilsuøkinum, settar í gildi í Føroyum, eins og risastórt lands- og statssjúkrahús og seinni Klaksvíkar sjúkrahús vórðu bygd og fíggjað soleiðis:
50% statsstudningur og 5o% statskassalán til landskassan.
? Fólkapensiónsgrunnurin, sum var, fíggjaði meginpartin av byggingini av 7 ellis- og røktarheimum. Landskassin og statskassin rindaðu hvør sína helvt av grunsins stovnsfæi.
? Statskassin hevur goldið alla bygging av læraraskúlanum (minus Venjingarskúlan), handilsskúlanum, tekniskum skúlum, næmingaheimum o.ø.
? Tá ið bankarnir og so at siga alt tað føroyska samfelagið fór á heysin í l992/93, veðhelt statskassin fyri tey mongu og stóru lán, sum landskassin hevði tikið í ymiskum londum.
At landskassin - tann føroyski skattaborgarin - misti milliardir upp á skipabygging og aðrar privatar íløgur, hevur einki við heimastýrislógina at gera. Løgtingsins veðhalds- og útlánslógir vóru orsøkirnar til, at hvørt mansbarn føldi sviðan á sín kropp. (Aftur eitt lítið pipp undir skegginum).
Nú tann parturin av løgtingsins fíggjarlóg, sum statskassin sambært lóg skal rinda l00% ella ein %-part, er farin í blokk (í l988 og l993), er tað vorðið mongum greitt, at vælferðin hjá okkum føroy-ingum er treytað av, at blokkurin undir verandi umstøðum verður brúktur til tað, hann upprunaliga er ætlaður til, nevniliga heilsumál, almannamál og skúlamál, og at hann, so hvørt sum ávís málsøki í blokkinum verða yvirtikin, verður lækkaður samsvarandi".
Jógvan var væl nøgdir við seg sjálvan, helt seg hava klárað uppgávuna á góðari leið, og vælhýrdur spurdi hann læraran, um hann hevði lisið bókina "Der Prozess". "Jú," svaraði lærarin, tað hevði hann og skoytti uppí, at "hon er ikki fyri veikar sálir: statsterror - sálarleyst, vetrarkalt frælsi - sum so nógv annað skrivað av sama heimskenda rithøvundi."
"Allarhelst hava løgmaður og varaløgmaður eisini lisið Kafka", helt Jógvan fyri, "tí báðir minna teir okkum áhaldandi á, at arbeiðið við at "tøma heimastýrislógina" gongur sum ætlað, og "processin" heldur fram. Men hvussu kunnu teir tøma eina eina lóg, hvussu skal tað skiljast, og hvørjar avleiðingar kann tað fáa?"
"Um tú tømir ein hyl, og einki rennur í hann aftur, fær tað álvarsligar avleiðingar fyri alt livandi í honum: kombikk, állur, smákykt og annað livandi rópa tá hvør í munnin á øðrum: flýggið, flýggið, vit verða týnd av einum terroristi," svaraði lærarin. Próvdómarin tagdi, men undir skegginum sóust varrarnar, sum tá ið hestur vísir tenn og gneggjar.
Í tí Jógvan reisti seg frá tí grøna borðinum, hugdi hann upp á læraran og segði, at Kafka ynskti at skapa loynidómar við tí í huganum, at "tað, sum er álagt okkum at fullføra, er tað ónda, - tað góða er longu givið".
Jógvan fór stillisliga út úr skúlastovuni, og inn kom Annika; nú átti hon tørn.