Portugal vann í gjár 2-0 á Svøríki í Nations League. Cristiano Ronaldo skoraði bæði málini og ger, at hann nú hevur skorað 101 mál fyri Portugal upp á bara 165 dystir.
Fýra av málunum hevur hann skorað móti Føroyum í HM 2018 undankappingini. Hann skoraði til 4-0 í 6-0 sigrinum á Tórsvølli 10. oktobur í 2016. Árið eftir var hann væl fyri á Estádio do Bessa XXI í Porto í Portugal. Her skoraði hann hattrik í 5-1 sigrinum á heimavøllinum hjá Boavista.
Hann hevur skorað flest mál móti Svøríki og Litava. Teimum hevur hann skorað sjey ferðir ímóti. Síðani hevur hann skorað fimm ferðir móti Andorra, Lettlandi, Luksemborg og Armenia. Síðani koma Føroyar saman við Estlandi, Ungarn og Hollandi.