Red Barnet í Ukraina sigur í tíðindaskrivi, at eitt russiskt loftálop í vikuni rakti skrivstovuna hjá felagsskapinum í ukrainska býnum, Sumy.
Sumy liggur í landnyrðingspartinum av Ukraina, og sagt verður, at hetta er aðru ferð hesa vikuna, at skrivstova og goymsla hjá felagsskapinum eru rakt í loftálopum.
- Øll starvsfólkini eru óskalað, og skaðarnir á skrivstovuna eru avmarkaðir, sigur barnahálparfelagsskapurin.
Álopið, sum rakti skrivstovuna, hendi í nátt, men fyrst í vikuni rakti eitt annað russiskt dronuálop eina goymslu hjá Red Barnet.
- So hvørt, sum álopini gerast fleiri og harðari, veksur eisini vandin fyri, at børn verða dripin, løstað ella traumatiserað.
Tað sigur Sonia Kush, stjóri fyri Red Barnet í Ukraina, sum er kvinnan á myndini omanfyri.
Síðan Russland leyp á Ukraina fyri meira enn fýra árum síðan, hevur hetta gingið út yvir arbeiðið hjá barnahjálparfelagsskapinum.
Í juni í ár varð ein barnagarður í Kharkiv-regiónini í Ukraina raktur í russiskum loftálopum, og hetta var í einum øki, har Red Barnet hevði virksemi.











