Russland burturvísur bretskum sendiharra

- Maðurin er strikaður av góðkenningini og hevur fingið boð um at fara úr Russlandi innan tvær vikur

Russiska trygdartænastan, FSB, sigur, at ein bretskur sendiharri er burturvístur.

 

Russiskar tíðindastovur siga, at sendiharrin er avdúkaður sum njósnari.

 

- Maðurin er strikaður av góðkenningini og hevur fingið boð um at fara úr Russlandi innan tvær vikur.

 

Hetta upplýsir trygdartænastan FSB yvirfyri russisku tíðindastovuni, Tass, og tað er NTB sum endurgevur.