Sámal Petur: Vanligt arbeiðsfólk hevur ikki ráð at liva

Løgtingsmaðurin Sámal Petur í Grund hevur sett Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning um skattaskipanina og støðuna hjá lág- og miðalløntum.

Hann spyr millum annað, um landsstýrismaðurin hevur gjørt eina samlaða meting av, hvussu verandi skattaskipan ávirkar lág- og miðalinntøkur, og hvørja ávirkan hon hevur á inntøkubýtið í samfelagnum.

Sámal Petur í Grund spyr eisini, um landsstýrismaðurin metir, at skattaskipanin lyftir tey við lægstu inntøkunum nóg nógv, ella um neyðugt er at lækka skattin hjá lág- og miðalløntum fyri at minka um ójavnan.

Í fyrispurninginum verður eisini spurt, um ætlanir eru um at endurskoða skattaskipanina, so hon gerst meira rættvís og betri tillagað fíggjarligu støðuni hjá vanligum løntakarum.

Harumframt vil tingmaðurin hava at vita, hvørjar skattabroytingar landsstýrismaðurin metir kunnu gera tað lættari hjá fólki at ogna sær bústað, og um greiningar eru gjørdar av, hvussu ójavnin í inntøkum og skattabyrðu er broyttur seinastu árini.

Aðalspurningurin er eisini, hvørji ítøkilig skattapolitisk stig landsstýrismaðurin ætlar at taka fyri at tryggja eina meira javna og burðardygga skattaskipan.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Sámal Petur í Grund á, at kostnaðarstøðið í Føroyum er millum tey hægstu í Norðuratlantshavi, samstundis sum nógv arbeiðandi fólk hava ilt við at fáa lønina at røkka.

Hann heldur, at hetta serliga rakar fólk við lágum og miðal inntøkum, sum hava trupult við at rinda húsaleigu, keypa mat og tryggja sær eitt trygt lív.

Eisini vísir hann á, at tað er vorðið sera trupult hjá vanligum arbeiðsfólki, handverkarum, røktarum og heilsustarvsfólki at ogna sær bústað, tí bústaðarprísirnir eru hækkaðir nógv skjótari enn lønirnar.

Sambært Sámal Peturi í Grund eigur skattapolitikkurin at verða endurskoðaður, so arbeiðandi fólk við lágum og miðal inntøkum fáa betri møguleikar at liva av síni løn og samstundis minka um vaksandi ójavnan í samfelagnum.