Seðlarnir koma klokkan eitt

Seðlarnir í grindini, sum legði beinini í Hvalba í gjárkvøldið koma út nú klokkan 13 á bryggjuni á Hamranesi.

Merktir eru 36 hvalir og teir verða skiftir til Hvalbiar Sókn, sigur sýslumaðurin, Jaspur Vang.

Annars var ætlanin ikki, at hendan grindin skuldi drepast. Hon var lítil og tí fekk Náttúrugripasavnið hana í boðið at merkja.

Tað gekk eisini væl at merkja, men tá ið sendararnir vóru settir á hana, vildi hon ikki út aftur, hvussu hvalbingar so enn royndu.

Og tá ið tað fjaraði, endaði hon heilt uppi á turrum.

Men seint í gjárkvøldið varð niðurstøðan kortini tann, at hvalirnir máttu avlívast og tá vórðu allir skornir á háls.