Í gjár var ferðsluløgreglan í Klaksvík og kannaði ferðsluna. Tey gjørdu kanningar í Kráargøtu, har fleiri bilførarar koyrdu í móti ferðslurætninginum. Gøtan er einsrættað, men nógvir bilførarar geva sær eftir øllum at døma ikki far um tað. Í øllum førum fingu fýra bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra í móti ferðslurætninginum.
Í Kráargøta er mest loyvda ferðin eisini niðursett frá 50 til 30 km um tíman. Tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt, og ein fekk treytaða frádøming av koyrikortinum.











