Nú eru politikarar vorðnir so góðir við fuglin í Skúgvi, at summir av teimum helst vilja forða okkum í at fáa tunnilsamband, tá ið Suðuroyartunnilin einaferð verður gjørdur.
Leiðslan í Tunnilsfelagnum og eisini onkrir politikarar úr Suðuroynni eru ímóti, at tunnilin skal upp í Skúgvi.
Minnist til, at um Skúvoyggin ikki verður við í hesari verkætlan, verður Skúvoyar bygd einasta bygdin sunnanfyri Skopunarfjørð, sum ikki hevur vegasamband.
Hesin møguleikin er eisini tann einasti, sum vit og okkara bygd hava at fáa hetta samband.
Eg havi verið við í Ramsar-nevndini, síðan hetta kom til Føroyar. Ein stóran part av tíðini havi eg verið formaður fyri Ramsar í Skúgvi.
Ramsarfelagskapurin bleiv stovnaður í 1972 í einum býi í Iran, sum eitur Ramsar, harav er navnið.
Nú so nógv verður tosað og skrivað um Djúpadal, havi eg hug at upplýsa tykkum um, at líka síðan 1972 kundi Djúpidalur havt verið Ramsarøki, tí tá bleiv felagsskapurin stovnaður við einum endamáli, tað var at verja vátlendir og fuglin, sum har býr.
Ikki fyrr enn í 2010-2011 bleiv sjófuglurin eisini fevndur av hesum, men tað er frívilligt at verða við.
Tað var Bergur Olsen, fuglafrøðingur, sum fekk hetta í lag, tí hann sá siglingina undir fuglabjørgunum, sum vaks meir og meir.
Hann hugsaði fyrst og fremst um lomvigabjørgini.
Lundin kom so eisini við, men heiðafuglur og annar fuglur, sum heldur til í bø og haga, er ikki vardur av Ramsar.
Í Nólsoy og Mykinesi røkkur Ramsar ikki allan vegin um oynna, bara undir fuglabjørgunum.
Í Skúgvi hugsaðu vit fyrst og fremst um lomvigan, lomvigabjørgini eru á allari vestursíðuni, líka frá landsynningshorninum, sum eitur Nøvin og heilt á norðurendan á oynni.
Eg havi hoyrt, at bjørgini eru um seks km. long.
Nógv tað størsta lundalandið er eisini frá Nøvini og vestureftir. Lundi sløðist eisini aðrastaðni um næstan alla oynna.
Á eystursíðuni eru onkur økir, har eingin lundi er, millum annað er eitt slíkt øki, har vit vónandi fáa tunnil einaferð.
Ætlanin hjá okkum var, sum í hinum oyggjunum, at taka onkur økir burtur úr, men hildu so, at tað var greiðari bara at lata alla eystursíðuna verða Ramsarøki.
Høvdu vit tá vitað, at hetta meir enn so kann gera, at vit ongan tunnil fáa - ja, so høvdu vit slett ikki tikið eystursíðuna við.
Nakað heilt annað er, at nú er so lítið eftir av lomviga. Teir seinastu verða skotnir um veturin, so tað verður ikki leingi, so kunnu vit taka lomvigabjørgini úr Ramsar.
Tað er óneyðugt at friða oyðin bjørg.
Skúvoyarfjørður stóð fullur av lomviga um summarið fyri ikki so øgiliga nógvum árum síðani.
Í nú farna summari sóust onkuntíð nakrir fáir lomvigar norðast í fjørðinum, men her suðuri í fjørðinum sást ikki ein einasti lomvigi alt samalt summarið.
So aftur til tað, at tit siga tykkum vera so góð við fuglin - vísið tað so í verki við at friða lómvigan fyri byrsu.
Um tunnulin ikki kemur upp í Skúgvi, ja so friða tit oynna fyri búseting av fólki eisini.
Tá verður tað gott hjá tykkum at koma higar um summarið til eina oydna oyggj - uttan at nakar hevur verið her allan veturin og kunna viðlíkahildið bygdina.
Við ynskjum um eitt gott komandi ár.
Harry Jensen
Skúgvi










