Smyril avlýsir túrar í morgin

SSL boðar frá, at Smyril avlýsir túrar í morgin.

Sagt verður soleiðis um leið 7 á heimasíðuni hjá SSL:

 

Fyri veður verða túrarnir á leið 7 kl. 6:00 av Krambatanga og av Havnini kl. 8:45 avlýstir, mánadag 3. mars. Tvs., at fyrsta fráferð úr Suðuroy verður kl. 11:30, og um viðrar, verður siglt smbr. ferðaætlan tað ið eftir er av degnum. Øll, sum hava bílagt ferðaseðil til avlýstu túrarnar, fáa peningin endurgoldnan. Vit mæla ferðandi, sum hava bílagt pláss á avlýstu túrunum, til at bíleggja sær pláss á einum av teimum seinnu túrunum á degnum. Hetta kann gerast á heimasíðuni: booking.ssl.fo.

 

Áður er boðað frá á ssl.fo, at vegna vána veðurforsøgn, kunnu broytingar væntast á leið 7 fram til týsdagin.