Sølvi hevur longt

Sølvi Vatnhamar tekur enn eitt ár fyri Víking.

Hóast Sølvi Vatnhamar byrjar at nærkast 40, so sæst tað ikki aftur á hagtølunum. Júst farna kappingarár var honum tað drúgvasta fyri Víking. Hann spældi 36 dystir. Ongantíð áður hevur hann spælt so nógvar dystir fyri Víking uppá eitt kappingarár. 

Sølvi gevst heldur ikki enn. Víkingur boðar frá, at Sølvi hevur skrivað nýggjan sáttmála fyri komandi ár.

Eftir at Atli Gregersen gavst í ár, er Sølvi nú einasti leikari, ið hevur spælt øll árini síðani GÍ og LÍF løgdu saman til Víking.

 

Sølvi spældi eisini nøkur ár við LÍF áðrenn samanleggingina.