Sovnaði og varð koyrdur

Hann sovnaði meðan hann segði frá dysti hjá FC Barcelona - nú hevur hann fingið sekkin.

Vasily Utkin, virdur serfrøðingur í russiskum fótbólti og frásøgumaður á sjónvarpsrásini Match TV, hevur fingið sekkin eftir eina heldur margháttiliga hending.


Meðan hann segði frá dystinum ímillum FC Barcelona og Leverkusen í desembur í fjør, sovnaði hann brádliga og fór at tosa í svøvni.


Vasily Utkin sigur seg ikki hava fingið nakra frágreiðing frá sínum nú fyrrverandi arbeiðsgevara um hví hann er koyrdur, men hann hevur ein illgruna um hví.


- Eg eri sannførdur um at tað snýr seg um dystin ímillum Bayer og Barca, men eingin hevur prátað við meg um tann dystin, sigur hann við tíðindablaðið TASS.


Við blaðið sigur Vasily Utkin, at orsøkin til at hann sovnaði, var tann, at hann seinnu árini hevur havt eina varandi svøvnsjúku, har hann brádliga kann sovna.