Zakarias Wang
-----------
Nú var fólkaatkvøða í Stóra Bretlandi, har spurt var, um tey vildu hava eina nýggja valskipan við lutfalsvali.
Tað er merkisvert, at hetta er fyrstu ferð, at fólkið í einum landi hevur fingið møguleika fyri at taka støðu til hetta mál. Í Danmark kom lutfalsval ígjøgnum uttan fólkaatkvøðu við tí broyting, sum varð gjørd í stjórnarskránni í 1915.
Bretska valskipanin er av sama slag sum vit hava í teimum stóru demokratisku londunum, í USA og í India og annars víða hvar. Her hava vit meirilutaval í einmannavaldømum. Høvdu vit havt hesa skipan í Føroyum, skuldu vit havt umleið 1500 fólk í hvørjum valdømi. Hetta hevði eitt nú havt ta avleiðing, at Kollafjørður við grannabygdum fekk eitt umboð, sum skuldi sannføra veljararnar um, at bæði hesar bygdir og alt Føroya land var betri fyri, um so er, at hetta valevni fekk undirtøku.
Nú varð henda skipanin løgd fyri bretska fólkið, og úrslitið var, at yvir tveir triðingur av veljarunum tóku undir við, at henda skipanin er tann besta. Prógvað er sostatt, at hon hevur fólksins undirtøku, og er tí tann rætta demokratiska valskipanin.