Stjól bil við Norðskála – rendi á bilverju á Kjalnesi

Bilførarin var ov ungur at hava koyrikort

Fýra ung fólk vóru í einum bili, sum um tvey tíðina í nátt rendi á bilverjuna við landsvegin á Kjalnesi í Kollafirði.

Tað var ein persónur, sum boðaði løgregluni frá, at hann sá ein bil standa, sum hevði rent í bilverjuna. Ljósini vóru tendrað, og fólk sóust kring bilin. Fráboðarin visti ikki, hvussu støðan var við teimum.

Løgregla og sjúkrabilur fóru á staðið, men tað vísti seg, at bilurin var stolin, og at bilførarin ikki hevði aldur at hava koyrikoyrt. Eingin av teimum fýra, sum vóru í bilinum, høvdu fingið skaða.

Alt spældi soleiðis væl av, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn, tí talan var bara um materiellan skaða og ikki um fólkaskaða.

Bilførarin verður skuldsettur fyri at koyra uttan førararætt og fyri brúksstuldur.