Stjóri til Fjarhitafelagið
Stjórin í Fjarhitafelagnum seinastu 22 árini er farin frá fyri aldur, og tí leita vit eftir nýggjum stjóra
at mynda felagið frameftir.
Fjarhitafelagið er eitt felag, sum Sev og Tórshavnar kommuna eiga í felag. Endamálið hjá
Fjarhitafelagnum er at gagnnýta avlopshita til fyrimuns fyri borgarar, stovnar og fyritøkur í
Tórshavnar kommunu. Fjarhitafelagið hevur lógarfesta ábyrgd av, at veitingartrygdin og
fjarhitagóðskan eru nøktandi.
Tað eru framdar stórar íløgur í útbygging av fjarhitanetinum seinastu árini, og talið av brúkarum er
fleirfaldað hesa tíðina. Ætlanin er at gera fleiri íløgur komandi árini har meira grøn orka kemur inn í
fjarhitaskipanina og fleiri brúkarir skulu hava møguleika fyri at knýta í fjarhitaskipanina. Í 2025
komu 91% av hitaveitingini frá avlopshita.
Starvið
Stjórin skal vera visjonerur, hugsa strategiskt og hava tekniskt forstáilsi. Tað liggja stórar
útbyggingar fyri framman og tað er umráðandi, at stjórin hevur fíggjarligt skil og royndir við
fíggjarstýring.
Vit vænta, at stjórin útvegar sær nýggjastu vitanina innan fjarhita og eggjar til, at ganga undan á
fjarhitaøkinum.
Sum stjóri hevur tú yvirskipaðu ábyrgdina av at fremja tær útbyggingar, ið eru samtyktar, á ein
skynsaman og burðardyggan hátt.
Tað er umráðandi, at tú dugir væl at samskifta við starvsfólk, kundar og samstarvsfelagar.
Tú
Vit vænta, at tú
- hevur viðkomandi útbúgving
- hevur búskaparligar royndir
- hevur tekniskt forstáilsi
- kanst samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli í skrift og talu
- dugir at samskifta á ein virðiligan hátt
- ert samstarvssinnaður
Umsókn
Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Annitu á Fríðriksmørk, nevndarforkvinnu, á
tlf. 224697 eftir kl. 14.00.Umsókn saman við prógvum skulu sendast til input@input.fo í seinasta lagi sunnudagin 6.
september 2026.
Starvið verður lønt sambært avtalu.
Sev og Tórhavnar kommuna stovnaðu Fjarhitafelagið í 1988. Fjarhitafelagið veitir
umhvørvisvinaligan hita og heitt vatn til húsarhald og bygningar í Tórshavnar kommunu.
Fjarhitafelagið er ein grønur orkuberi, sum kann veita sínum brúkarum hita og heitt vatn, ið fæst
burtur úr grønari orku av øllum handa slag og virkar fyri, at sum minst av avlopsorku fer til spillis.










