Súsanna O. Skaale við nýggjari bók um rúsbundin foreldur

Bókin Familjufløkjur. Tá ið foreldur sleppa, og børn lofta, verður løgd fram hósdagin kl 15.

Títt Rúm er tilboð undir Bláakrossi Føroya, sum bjóðar sálarfrøðiliga hjálp til tey, ið vaksa upp við einum rúsbundnum foreldri.

 

Súsanna O. Skaale, ið starvast í Títt Rúm, hevur skrivað eina bók við heitinum: “Familjufløkjur. Tá ið foreldur sleppa og børn lofta”.Bókin viðger nøkur evni, sum tey, ið vaksa upp við einum rúsbundnum foreldri, kunnu stríðast við.

 

Guðrið Syderbø hevur gjørt illustratiónir til bókina og sett hana upp. Sí myndirnar.

 

Til útgávutiltakið hósdagin ber til at keypa bókina og illustratiónir úr bókini sum plakatir í A3 stødd.

 

Øll eru vælkomin til eina løtu við jólaligum tónleiki frá Daniu O. Tausen og Ragnari Finsson.

 

Margit Stóra landstýriskvinna í heilsumálum fer at siga nøkur orð.

 

Súsanna O. Skaale fer at greiða stutt frá bókini, og Títt Rúm bjóðar okkurt søtt afturvið kaffi.

 

Bókaframløgan verður hósdagin 14 des kl 15 í Niels Finsensgøtu 20, í kjallaranum undir Blákrossbúðini.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##