Svartur blettur og fuktur í íbúðini

Hesar seinastu fýra vikurnar hava eini eldri hjún í Klaksvík búð í eini íbúð undir heldur løgnum umstøðum.

Í íbúðini er nevniliga staðfestur fuktur og helst eisini svampur. Og fyri eini eldri hjún kann hetta vera til ampa.

Tað byrjaði so gott fyri nøkrum árum síðani, tá tey fluttu inn í tær nýggju eldraíbúðirnar undir Kráarbrekku í Klaksvík.

Hetta var ein spennandi ætlan, sum Klaksvíkar kommuna fór undir. Og líkt var til, at fólk fegin vildu gjalda leigukostnaðin fyri at búgva í hesum íbúðunum ið vóru innrættaðar júst til eldri fólk.

Tað gekk tó ikki long tíð, til hesi hjúnini kundu staðfesta, at alt var ikki sum tað átti: Ein svartur blettur á eina vegginum, boðaði týðiliga og greitt frá, at trupulleikar vóru við fukti í íbúðini.

- Eg gjørdi vart við hetta hjá kommununi, og royndi ferð eftir ferð at fáa fatur á borgarstjóranum, sum eisini er formaður í sjálvognarstovninum.

- Men hetta tóktist sera trupult. Tað var sum um at teir runnu undan okkum, tí teir ikki vildu svara uppá okkara spurningar, sigur Karl Martin Klein, ið er sonur teirra, og sum haraftrat starvast sum byggifrøðingur í Havn.

Fyri tey hevur tað verið sum ein onnur oyðimarkargongd at fáa fatur á røttu viðkomandi í kommununi. Tað hava meiri kent tað sum at tey eru til fortreð, og verða tí mett sum grenj.

Enn búgva hjúnini í íbúðini, meðan málið verður kannað. Spurningurin er, hvussu leingi hesar kanningarnar fara at var aftrat.


Ónatúrligur blettur

Endamálið við eldraíbúðunum var at geva fólki yvir 60 ár ein møguleika at búseta seg undir góðum karmum.

Tað sama gjørdi hetta eldra parið, sum nú bæði eru farin um tey 75 árini. Við góðum huga fluttu tey inn og trivust – og trívast framvegis – væl.

Tað vísti seg kortini nokk so skjótt aftaná, at tey løgdu merki til ein svartan blett á tí eina vegginum, har ein song stóð upp ímóti.

Fyri ein byggikønan mann sum Kari Martin Klein tóktist hetta vera sera ónatúrligt. Serliga tí at bletturin kom út gjøgnum málingina.

Tey fluttu songina frá vegginum, og gjørdu beinanvegin vart við støðuna og tað sum tey sóu hjá kommununi. Eitt tað fyrsta svarið tey fingu hagani var, at ein ikki átti at seta nakað upp at einum slíkum inniveggi.

Tað gekk síðani ein tíð, har tey royndu at fáa fatur á røttu viðkomandi innan umsitingina í býráðnum. Men illa gekk.


Fuktur og svampur

Fyri einum mánaði síðani kom húsavørðurin í eldraíbúðunum á staðið og loysti pláturnar frá. Hann skar eitt hol í veggin fyri at fáa lýst, hvat orsøkin var til henda svarta blettin. Tá kom tann veruliga orsøkin fyri dagin.

- Her komu teir fram til, at alt var svart, her var fuktur í og at hetta helst var svampur, sigur Karl Martin Klein.

Júst, hvat slag av svampi, ið talan er um, er ikki greitt. Men mangt bendir á, at hetta kann vera skimmilsvampur. Við veggin er eisini eitt frárensl frá eini vaskimaskinu, men hetta er ikki orsøkin til henda skaðan á íbúðina, tí somu eyðkenni eru eisini við aðrar veggir í íbúðini.

Er talan veruliga um skimmilsvamp hevur hann nógv hjáárin við sær, millum annað irritasjón í eygum, útslett og annað.

Sum skilst er hetta júst nakað av tí, sum hevur verið hesum eldra parinum fyri í seinastuni.


Reaksjón ynskist

Fýra vikur eru farnar, síðani veggurin varð tikin frá, men enn býr hetta parið í íbúðini.

Tey avvarðandi vita ikki enn, um tað er heilsuskaðiligt at búgva her ella ikki. Roynt hevur verið at fáa fatur á borgarstjóranum í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, sum eisini er formaður í sjálvsognarstovninum, men sum skilst, hevur hetta higartil ikki givið úrslit.

Tey hava umhugsað, hvat gerast skal. Onkur hevur borið uppá mál, at tey áttu at givist við at goldið fyri húsaleigu.

- Enn hava vit so ikki gjørt tað, men kanska hevði hetta verið tað rættasta at gjørt.

- So hevði ein í øllum førum fingið onkra reaksjón, sigur Karl Martin Klein.







FAKTA


Skimmilsvampur (á føroyskum: blámusoppur)

Er talan um skimmilsvamp í íbúðini í Klaksvík hevur hesin nógv hjáárin við sær, millum annað irritasjón í eygum, nøs og andaleiðum, høvuðpínu, trupulleikar við andadrátti og hosta.

Summi sløg av skimmilsvampi útskilja eiturevni, sum kunnu geva útbrot um ein nertir við tað.

Hinvegin niðurbrýtur skimmilsvampur ikki træverkið í húsinum, eins og til dømis ektaður hússvampur ger. Men hann er heldur ikki óskaðiligur, tí hann kann millum annað geva stinkandi og ljóta misliting á veggirnar.





Kanning er í gongd



- Vit hava ikki runnið undan nøkrum. Málið verður kannað í løtuni, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.

Hann er somuleiðis formaður í nevndini fyri sjálvsognarstovnin Undir Kráarbrekku.


Fyri Sosialinum sigur Steinbjørn, at ein kanning er farin í gongd við hesi íbúðini, soleiðis at ein kann koma til botns í málinum.

- Endamálið er at lýsa málið út í æsir, soleiðis at onkur kann ábyrgdast fyri hesum, sigur hann avgjørdur.

Tað eru annars Fuglø Arkitektar sum hava havt ráðgeving og eftirlit við byggingini av eldraíbúðunum.

Sum myndirnar vísa er hol gjørt í veggin, og hetta verður ikki gjørt aftur, fyrrenn funnið er fram til, hvør hevur ábyrgdina av hesum brekinum. Talan er helst eisini um ein tryggingarspurning.

Hinvegin vísir hann á, at rættast hevði verið at flutt hjúnini í aðra íbúð, meðan arbeitt verður.