Týsdagin 18. december 2007 eru liðin 25 ár, síðan svimjihøllin í Gundadali lat upp. Dagurin verður hildin við morgunmati og ókeypis svimjing.
Í vanligari svimjitíð týsdagin, sum er frá kl. 06.45 til kl.09.00 og frá kl. 15.00 til kl. 20.00 er ókeypis at svimja. Høllin er tó opin allan dagin, so eisini ta tíðina, eingin svimjing er, ber til hjá vitjandi at støkka inn á gólvið. Frá klokkan 10.00 til klokkan 13.00 bjóðar svimjihøllin okkurt til matna.
Svimjihøllin er í løtuni stongd vegna umvælingar. Stongt verður hesa vikuna afturat, og latið verður upp aftur mánamorgunin 17. december til vanliga tíð. Svimjihøllin plagar vanliga at vera stongd vegna umvælingar hesa tíðina, men í ár er tað lagt soleiðis, at 25 ára dagurin kundi haldast í hylinum, so at siga.
Eini 150.000 fólk vitja árliga svimjihøllina í Gundadali. Av hesum eru umleið 130.000 gjaldandi. Hini eru frá stovnum og feløgum, sum t.d. svimjifeløgum, sum hava fasta avtalu við høllin, stendur á heimasíðuni hjá Tórshavnar Býráð.