Út at koyra: Smátíðindi

   

250 Audi
til Dubai

Audi hevur fingið ein ordra uppá 250 Audi A8 luksusbilar frá Sameindu Arabisku Emiratinum, ið kosta tilsamans 208 milliónir krónur. Bilarnir skulu brúkast til at koyra stjórarnar í heimsbankanum og altjóða valutagrunninum, ið hava fund í Dubai í 2003. Eftir tað verða bilarnir seldir.
Kelda: Bil Magasinet






Focus mest seldir
Við 994.938 bilum bleiv Ford Focus heimsins mest seldi persónbilur í 2001, í harðari kapping við VW Golf.
Kelda: Bil Magasinet







Ársins vørubilar
Umframt at verða ársins vørubilar á Danmark, eru Renault Trafic og Opel Vivaro, ið eru somu bilar, eisini kosnir til "Van of the Year 2002" av eini dómsnevnd við motorjournalistum úr 20 londum í Europa.
Kelda: Volvo Personvogne Danmark A/S