- Sum forkvinna í felagsskapinum Kris vil eg fegin gera nakrar viðmerkingar til tað, sum fer fram um kynsligan àgang.
Tað sigur Beinta M. Pedersen, forkvinna í Kris.
Hon heldur tað vera gott, at alt tað svarta, sum hon rópar tað, kemur fram í ljósið.
- Hetta er ein partur av Føroyum, og vit sum land mugu taka hond um hesar stóru brotsgerðir, sum fara fram og sum eru farnar fram yvir langar tíðir.
Beinta M. Pedersen heldur, at tað, sum er hent í Føroyum á hesum øki, er við til at skaða okkara umdømi.
- Hetta er tíverri veruleiki, og sjálvandi skulu vit eisini taka hond um tað.
Forkvinnan í Kris heldur ikki, at vit skulu lata tøgnina ráða, tí so koma vit ongan veg.
- Vit mugu hugsa um øll offrini og teirra avvarðandi, og tey eru tíverri mong í tali. Vit mugu bróta tøgnina - og latið okkum arbeiða í felag.
Beinta M. Pedersen leggur aftrat, at Kris hevur 13 ára royndir innan hetta øki, og sambært hagtølum hjá felagsskapinum venda 50-60 fólk sær til Kris árliga.
- Tað er sera umráðandi, at tey fólk, sum nú standa fram og siga sína søgu, fáa hjálp, heldur forkvinnan í Kris.