U20 EM: Serbia hevur eina greiða favorittstøðu móti Føroyum

Seinnapartin spælir føroyska U20 manslandsliðið fyrsta dystin í EM-endaspælinum í Rumenia

Mynd: HSF

Seinnapartin klokkan 17.30 spælir føroyska U20-manslandsliðið fyrsta dystin í innleiðandi bólki B móti Serbia.

 

Hini bæði liðini í bólki B eru Turkaland og Sveis. EM-endaspælið verður leikt í Rumenia. 

 

Portalurin vísir dystin millum Serbia og Føroyar, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 

 

Serbia hevur eina greiða favorittstøðu móti Føroyum hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á sigur til Serbia liggja millum 1,40 og 1,46.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 8,50 og 10,00.

 

Oddsini upp á sigur til Føroyar liggja millum 3,30 og 3,51

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

Mynd: HSF