Útiseti skal hava nýggjan venjara

Ein venjari er koyrdur í Superliguni

SønderjyskE og Teit Jacobsen skulu hava nýggjan venjara til seinnu hálvu av landskappingini. Claus Nørgaard er í dag uppsagdur, eftir at hann boðaði frá, at hann ikki hevur ikki sinni at leingja núverandi sáttmálan.

 

Felagið boðar frá, at tað var meiningin at eftirmeta gongdina eftir seinasta umfarið í hesum árinum. Claus Nørgaard hevur verið venjari hjá Sønderjyske í tvey ár, men mett verður at liðið skal klára seg eitt sindur betri enn tað hevur seinasta hálva árið. Liðið liggur í løtuni á tíggjunda plássi.

 

SønderjyskE hevur unga havnarmannin, Teit Jacobsen, í hópinum. Hann bleiv í vár útleigaður til HB, har hann fekk ein álvarsaman skaða í knæið. Hann er í løtuni í uppvenjing.