Troels Lund Poulsen ætlar at skipa stjórn við LA og K

Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra, ætlar at skipa eina stjórn, sum er mannað við Vinstra, Liberal Alliance og Konservativu, sigur hann á tíðindafundi.

Samráðingarleiðarin í Danmark, Troels Lund Poulsen sigur, at hann fer at skipa eina borgarliga stjórn saman við Vinstra, LA og Konservativu. Ein stjórn, sum ikki hevur meiriluta. Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Samráðingarleiðarin grundgevur við, at tað er negativ parlamentarisma, og tí eigur sambært honum at skipast eina stjórn, sum ikki fer at hava grundarlag við einum føstum meiriluta aftanfyri seg.

– Eg síggi hetta sum eina styrki fyri stjórnina, at ein meiriluti skal finnast frá máli til mál.

– Tað hevur verið siðvenja í donskum politikki í áratíggju.

– Tað er bæði sunt og natúrligt, sigur Troels Lund Poulsen.

– Tí fegnist eg eisini um, at teir tríggir flokkarnir eru samdir um ein yvirskipaðan búskaparligan karm, sigur hann á tíðindafundinum.