Trý týsk herskip við bryggju í Havn

- Fyri okkara viðkomandi er hetta ein vanlig skipavitjan, har skipini koma at keypa sær tænastur og hvíla manningina, sigur havnarstjórin, Hanus Mikkelsen

Í løtuni liggja trý týsk herskip á Havnini, harav seinasta skipið - og hitt størsta - júst hevur lagt til bryggju.

 

Á skrivstovuni hjá Tórshavnar Havn sigur Hanus Mikkelsen, havnarstjóri, at skipini keypa vanligar tænastur á Havnini, sum eitt nú bunkring og proviantering.

 

- Haraftrat sleppur manningin eisini at hvíla seg, sigur havarstjórin, sum í løtuni ikki dugir at siga, hvussu stórt samlaða manningartalið við skipunum er. 

 

Tey trý týsku herskipini eru millum 90 og 139 metar long, og skipini eru hesi:

 

FGS Erfurt (umleið 90 metrar)

Koma: 16/5, klokkan 12.

Fráferð: 19/5, klokkan 10.

 

FGS Braunschweig (umleið 90 metrar)

Koma: 16/5, klokkan 09.

Fráferð: 19/5, klokkan 09.

 

FGS Brandenburg (umleið 139 metrar)

Koma: 18/5, klokkan 09.

 

Fráferð: 22/5, klokkan 09.

 

Av teimum trimum herskipunum, kom Brandenburg á Havnina fyri løtu síðan og verður, soleiðis sum skráin sigur, liggjandi til 22. mai.

 

- Fyri okkara viðkomandi er hetta ein vanlig skipavitjan, sigur havnarstjórin, Hanus Mikkelsen.

 

Spurdur, um skipini hava kjarnorku, sigur hann, at honum kunnugt hava tey ikki tað.