Tvey harðskapsmál í býnum í nátt

Løgreglan arbeiðir við tveimum harðskapsmálum frá býarlívinum í Havn

Í nátt vóru tvær fráboðanir um harpskap í náttarlívinum í Havn.

Onnur hendingin fór fram klokkan 43:30, tá ein persónur boðar frá, at hann er sligin í høvdið. Løgreglan fekk at vita, hvør persónurin var, sum sló, og hevur havt samhand við viðkomani.

Klokkan 5 var eitt ein fráboðan frá einum, sum var sligin. Løgreglan veit, hvør persónurin var, sum sló, og arbeiðir víðari við báðum málunum.