Tvey reyð kort í Fuglafirði

1. DEILD: Tað endaði javnt millum ÍF og B71 í Fløtugerði í Fuglafirði

Tað endaði 2-2, tá ið ÍF seinnapartin hevði vitjan av B71. Úrslitið ber við sær, at B71 er næstfremst við 19 stigum, og at ÍF er á fimta plássi við 10 stigum.

 

Hjá ÍF hevur tað higartil í ár gingið striltið at vinna fulla úrtøku. Fuglfirðingar hava ikki vunnið fulla úrtøku síðani 4. apríl, tá ið teir á útivølli vunnu 4-2 ímóti FC Hoyvík. Javnleikurin í dag var tann fjórði síðani tá, og so tapti ÍF síðsta leygardag 5-1 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá B36.

 

Undan javnleikinum í dag hevði B71 vunnið fulla úrtøku í seks dystum á rað.

 

 Lucas Ørneborg hjá B71 er besti málskjútti í 1. deild. Í dag skoraði hann bæði B71 málini. Í 8. minutti setti hann hol á við brotssparki, og í 79. minutti javnaði hann til 2-2, og tá átti Eric Otend uppleggið. Lucas Ørneborg er nú toppskjútti í deildini við 11 málum.

 

Eitt korter var farið, tá ið Ruben Møller Nielsen javnaði til 1-1. Eisini tað var við brotssparki, og í 71. minutti legði innskifti Martin Klein Joensen ÍF framum 2-1. Uppleggið átti Mikkel Elbæk Jakobsen. Hetta var fyrsta málið í ár hjá Ruben Møller Nielsen, og hetta var triðja ferðin í ár, at Martin Klein Joensen var málskjútti.

 

Síðstu løtuna løgdu báðir partar nógv fyri í royndini at vinna sigursmálið. Tá vóru tveir spælarar vístir av vøllinum, tá ið teir sóu gula kortið fyri aðru ferð.

 

Fyrst var tað Jonathan Nielsen Canto hjá B71, sum innanfyri tveir minuttir sá gula kortið tvær ferðir. Og so var tað  Jákup í Lambanum hjá ÍF, sum í tíðini, sum dómarin legði aftrat, sá gula kortið fyri aðru ferð.