Ein tikari er skotin til deyðis í Týsklandi, eftir at hann slapp úr fangaskapi í útjaðaranum av býnum Leipzig.
Tað segði ein talskvinna fyri týsku løgregluna í dag, sambært tíðindastovuni dpa.
Ein maður fekk smærri skaða í hendingini.
– Tað er eingin vandi longur fyri almenningin, segði talskvinnan.
Lokali miðlarnir Leipziger Volksstimme og týska Bild skriva, at tikarin slapp úr einum stað, sum tikaravenjarin Carmen Zander átti.
Staðið er í Dölzig í útjaðaranum av eysturtýska býnum Leipzig, sum hevur umleið 600.000 íbúgvar.
Carmen Zander hevur eisini fingið eyknevnið "Tikaradrotningin". Tað er eftir øllum at døma ein av hjálparfólkunum hjá henni, sum fekk skaða.
Sambært løgregluni eru eingi tekin um, at onnur djór eru sloppin út. Dronur verða sendar út at staðfesta hesa fortreyt, skrivar dpa.
Tikarin varð skotin til deyðis í einum garði nærhendis.
Sambært Bild heldur Carmen Zander umleið tíggju djór á staðnum, sum er í einum ídnaðarøki.
/Ritzau/











