Týskland hevur bjóðað seg fram at hjálpa Danmark við anti-dronuútgerð.
Tað skrivar Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri í danmark á sosiala miðlinum X.
- Eg fari at takka Týsklandi fyri hjálpina, sum styrkir okkara dronuverju, og er eitt úttrykk fyri tøttum danskum-týskum samstarvi. Saman eru vit sterkari, stendur.
Tað er ikki greitt nærri, hvat Týskland hevur bjóðað Danmark.
Verjumálaráðharrin skrivar heldur ikki, nær týska útgerðin kann brúkast í Danmark.
Fleiri hendingar við ólógligari dronuflúgving hava fingið nógv umtalu í Danmark seinastu vikuna.
Í fyrstu atløgu førdu ólógligar dronur til, at loftrúmið yvir flogvøllinum í Kastrup varð stongt mánakvøldið.
Síðani hava fleiri dronur verið eygleiddar yvir øðrum donskum flogvøllum, og tær eru eisini sæddar á Skrydstrup flogvøllinum og seinast fríggjakvøldið á Karup flogvøllinum.
/Ritzau/