U18 EM: Føroyar løgdu frá landi við greiðum sigri á Finnlandi

Hini bæði liðini í bólkinum eru Eysturríki og Spania

Boas Ellefsen á Skipagøtu var toppskjútti við 13 málum, og somuleiðis valdur dagsins leikari. Mynd: HSF

Føroyar løgdu væl frá landi í innleiðandi bólki F í EM-endaspælinum fyri U18-manslandslið í hondbólti. 

 

Í fyrsta dystinum í Serbia vunnu Føroyar greitt 38-31 á Finnlandi. Finnar bitu meira frá sær í fyrra hálvleiki, og í steðginum vóru Føroyar bert á odda 17-16.

 

Boas Ellefsen á Skipagøtu var við 13 málum toppskjútti, og hann var eisini valdur at vera dagsins leikari.

 

Jónas Fossábrúgv hevði við sjey málum eisini eitt gott avrik í dagsins dysti. 

 

Í annaðkvøld klokkan 18.30 spæla Føroyar móti Spania. Portalurin stroymir dystin. 

 

Føroyar-Finnland 38-31 (17-16)

 

Føroyar: Boas Ellefsen á Skipagøtu 13, Jónas Fossábrúgv 7, Axel Holm Simonsen 4, Jóan Petur Mortensen 3, Hugin Halgirsson 3, Gabriel Skeel Árnason 3, Mortan Eyðunarson 2, Teitur Poulsen Hellisdal 2, Teitur Bogason 1.  

 

Boas Ellefsen á Skipagøtu var toppskjútti við 13 málum, og somuleiðis valdur dagsins leikari. Mynd: HSF