Ein drona, sum verður hildin at vera ukrainsk, er sprongd yvir Estlandi, uttan at hava elvt til nakran deyða ella skaða, upplýsir estlendska innanhýsis trygdartænastan í dag.
Ein bóndi fann partar av dronuni, sum gjørdi eitt spreingihol á bønum, nærhendis býnum Tartu, 75 kilometrar frá markinum til Russland.
Hildið verður, at dronan er dottin niður tíðliga sunnumorgunin.
- Út frá fyribils upplýsingum hava vit orsøk til at halda, at talan var um eina ukrainska dronu, sum skuldi hava rakt mál á russiskum øki, sigur Margo Palloson, aðalstjóri í innanhýsis trygdartænastuni í Estlandi (ISS).
Palloson sigur við tíðindafólk, at dronan varð "snarað av kós við at brúka russiska GPS-jamming og onnur sløg av elektroniskum kríggi, sum fekk hana at flúgva inn í estiskt loftrúm".
/Ritzau/AFP