Umvæla skúlan á Trøllanesi

Arbeiðið við at umvæla skúlan á Trøllanesi fer nú ígongd. Tað skrivar Klaksvíkar Kommuna á heimasíðu sínari. Seinastu árini er ein partur av játtan býráðsins brúktur til hetta umvælingararbeiði. Takið og vindeyguni eru skift, og nýggjur ketil settur í. Innveggirnir eru tiknir niður fyri at kunna bjálva teir. Eisini eru gólvini tikin upp fyri at bjálva og leggja nýtt. Fyri at fáa ferð á arbeiðið, søkti Klaksvíkar Kommuna fyri í ár Innlendismálaráðið um stuðul til útoyggjamenning. Innlendismálaráðið hevur nú játtað 70.000 krónur til liðugtgerðina.