3,7 mió. kr. eru játtaðar í stuðli til granskingarverkætlan um immunverju.
Danska Umhvørvisstýrið, sum hevur pengar á fíggjarlógini til granskingarverkætlanir í Arktis, játtaði beint fyri jól Heilsugranskingareindini 3,7 mió. kr. í stuðli til at fremja eina granskingarverkætlan, sum skal lýsa, hvussu immunverjan hjá børnum í Føroyum starvar. Verkætlanin er mett at kosta fleiri mió. krónur og varðar í 21⁄2 ár. National Institutes of Health (NIH) hevur játtað knappliga 2,7 mió. til somu verkætlan.
Talan er um endurkanning av eini burðarkohortu við knapt 630 børnum, sum eru fødd í 2020-2022 og sum verða boðin til kanning við 5 ára aldur. Ulrike Steuerwald tekur sær av læknaligu kanningunum av børnunum. Verkætlanin er eitt samstarv millum Syddansk Universitet, University of Rhode Island og Sjúkrahúsverkið.
Vit byrjaðu arbeiðið við burðarkohortum í 1985 og hava til henda dag stovnað og fylgt fimm ymiskum burðarkohortum. Umleið 3.000 børn og foreldur teirra hava luttikið í hesum verkætlanum. Áður hava vit serliga kannað, hvussu nervalagið starvar. Nú kanna vit í størri mun immunverjuna nágreiniliga, tí tað tykist sum at immunverjan er ávirkað av dálkandi evnum, serliga tí evnabólkinum, vit rópa fluorevnir. Hetta hava vit sæð í fleiri av okkara barnakohortum.
Nú er so ætlanin at kanna hetta so væl sum gjørligt við at hygga at, hvussu 5 ára vaksinatiónin hjá børnum virkar, og um dálkandi evni hava tálmað virkingin, eins og vit áður hava ávíst. Í kohortu 6 hava vit fylgt kvinnum, sum eru við barn gjøgnum viðgongutíðina við blóðroyndum og spurnabløðum, tikið blóð frá nalvastreingi við føðing og síðani kannað børnini, tá tey vóru 2 vikur gomul, 3 mánaðir og 12 mánaðir gomul, og nú aftur, tá tey gerast 5 ár.
Verkætlanin fer í gongd um miðjan januar, og vit vóna, at hon aftur hesaferð fær góða undirtøku, soleiðis sum hinar kanningarnar hava gjøgnum árini.










