VÍF-Tjaldur 23-22 (11-11)
Verður hugt at stigatalvuni, átti eingin ivi at verið um úrslitið, tá VÍF og Tjaldur hittust í Vestmanna sunnudagin.
Vestmenningar eru í løtuni á odda í landskappingini hjá monnum, meðan Tjaldur einans er nøkur mál framman fyri kollfirðingar, sum liggja á niðasta plássinum.
Kanska var tað eisini júst hetta, sum leikararnir hjá VÍF hugsaðu, tá teir trinu inn á vøllin til ein dyst, sum mest av øllum líktist einum avgreiðsluspurningi.
Fingu annað at síggja
Leikararnir fingu tó annað at síggja, tá dysturin byrjaði, tí tjaldursmenninir høvdu als ongan hug at leggja seg flatar fyri oddaliðnum, men royndu tvørturímóti at berjast fyri møguleikanum.
Hetta sá eisini út til at eydnast, tí allan fyrra hálvleik gekk javnt á, og tá farið varð til hálvleiks, stóð á jøvnum millum liðini.
VÍF var undan dystinum skert nakað, tí Ingi Olsen hevði leikbann, og sostatt ikki var tøkur til dystin. Í hansara stað leikti Daniel Rápá, sum seinastu umførini rættuliga er komin fyri seg eftir drúgva skaðan, hann hevur havt í knænum.
Heilt komin fyri seg mundi hann tó ikki vera, tí eftir fáar minuttir á vøllinum var aftur galið við knænum, og óhepni rumenin noyðist helst enn einaferð at finna seg í at verða handan síðulinjuna, meðan liðfelagarnir stríðast fyri heiðursmerkjunum.
Tjaldur helt fast
Í seinna hálvleiki var kanska væntandi, at orkan hjá runavíkingunum fór at ganga undan, og at VÍF tískil skuldi vinna ein tryggan sigur, men hetta hendi ongantíð.
Vestemenningar megnaðu ongantíð rættuliga at slíta seg leysar, og hóast teir vóru á odda við trimum málum, tá tað restaðu 10 minuttir, so megnaði Tjaldur enn eina ferð at koma aftur í aftur, soleiðis at tað stóð á jøvnum, tá ein minuttur var eftir at leika.
Vestemenningar fóru tá enn einaferð í álop, og hesu ferð góvu teir sær góðar stundir. Álopið endaði við, at VÍF fekk brotskast, og hesum syrgdi strórskjúttin, Sámal Joensen, fyri, soleiðis at væntaði sigurin at enda kom í hús.
Ikki nóg uppsettir
Venjarin hjá vestmenningum, Hjalmar Klein Olsen, segði eftir dystin við Sosialin, at trupulleikin hjá teimum helst var, at menninir ikki vóru nóg uppsettir til dystin.
Tá so Daniel eisini varð skaddur rættuliga tíðliga gjørdist uppgávan uppaftur tyngri, og tískil gjørdist dysturin at enda óneyðuga spennandi. Tó leggur Hjalmar afturat, at við hesum skal einki takast frá runavíkingum, tí teir spældu so sanniliga fyri sínum møguleika.
-Tað týdningarmesta er tó, at dysturin varð vunnin, og hetta eydnaðist so, hóast tað at enda stóð nógv á, sigur Hjalmar, sum tó kortini leggur afturat, at hann ongantíð var bangin fyri at sigurin skuldi gleppa teimum av hondum. Hetta sýnir tó eisini, at hugburðurin til uppgávuna hevur veirð alt annað enn optimalur, og hetta viðgongur Hjalmar eisini.
Tað hevur víst seg nakrar ferðir í ár, at oddaliðini kunnu koma fáa trupulleikar, tá leikarar ikki fara heilhjartaðir á vøllin, men kortini hava bæði Neistin og StÍF, umframt VÍF sýnt, at tey eisini megna at fáa stigini, tá alt ikki gongur eftir vild, og vanliga verður eisini sagt, at hepnið fylgir einum oddaliði.
Eitt hepni, sum fjórða oddaliðið, Kyndil, ikki hevur havt við sær í ár, og kanska er hetta eisini orsøkin til, at teir á stigatalvuni eru nakað aftan fyri tey trý áðurnevndu.
Iðra seg
Hjá tjaldursmonnum hevði Tummas Magnussen hevði ein rættuliga góðan dag sunnudagin, og tískil gjørdi tað ikki so nógv, at VÍF royndi at ansa væl eftir Sverra Justinussen, sum vanliga er mest vandamikli maðurin hjá Tjaldrinum.
Hendan verjan vísti seg tó ikki at vera nóg mikið, tí hóast Sverri einans fekk tvey mál, so var hann við í nógvum av tí, sum fyrifórst á vøllinu, og tískil valdi VÍF at mansverja hann seinasta partin av dystinum.
Tjaldursmenn munnu tó iðra seg um, at tað ikki eydnaðist teimum at fáa stigini sunnudagin, tí tað er lítið at taka seg aftur í, at risin var hoyknaður í knøunum, áðrenn seinasta málið varð skotið.
Umframt tað hepnið og sjálvsálit, sum fylgir einum oddaliði, so var málverjin hjá vestmenningum eisini ein stór orsøk til, at sensatiónin ikki varð fullgjørd.
Ein av fáu lutunum, sum hepnaðist hjá vestmenningum sunnudagin, var nevnliga at fáa fatur á brotskøstum, og fýra ferð vann Bárður Nielsen í VÍF málinum á mótstøðumonnum, tá hesir skuldu royna seg frá 7 metra strikuni.
Fóru nakrar av hesum royndum í málið, hevði søgan kanska verið ein onnur, men so var ikki, og runavíkingar kunnu tískil bert iðra seg um, at teir ikki megnaðu gera arbeiðið liðugt, tá teir nú høvdu møguleikan.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
VÍF: Sámal Joensen 13 (3), Agnar Joensen 4, Ragnar Zachariasen 2, Petur Fr. Joensen 2, Harald Bjørgvin 1, Martin Hummeland 1
Tjaldur: Tummas Magnussen 8, Suni F. Johannesen 5, Ragnar Olsen 2, Sverri Justinussen 2, Arnfinn Langgaard 2, Mortan Hansen 2, Elias Hansen 1
Brotskøst:
VÍF 3, Tjaldur 5
Útvísingar:
VÍF 2, Tjaldur 4
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar Petersen og Kristian Johansen