Hondbóltur
- Spælararnir vísa tað, sum skal til, tá vit venja. Men teir vísa ikki tað sama í dystunum.
Orðini átti nú fyrrverandi venjarin hjá VÍF, Jónleif Sólsker, sum fyri tveimum vikum síðani segði, at tað helst var best fyri liðið, um spælararnir fingu nýggjan íblástur.
Og sunnudagurin gav ábendingar um, at talan var um rætta avgerð hjá Jónleifi.
Í øllum førum var VÍF hamskift, tá teir komu á vitjan hjá Neistanum, sum annars hevur bumbað alla mótstøðu til viks seinastu mánaðirnar.
Frá fyrsta bríksli vóru vestmenningar tendraðir, og hóast Neistin í løtum hevði hug at draga frá, so togaðu teir gulu seg hvørja ferð aftur í dystin. Og einstakar ferðir vóru teir eisini á odda.
Avgerandi løtan í dystinum kom tó nakað eftir steðgin. Fyrstu 40 minuttirnar hevði leikað sera javnt á, men tá Neistin í 10 minuttir als ikki fann vegin til meskarnar, fall hamarin hart. Vestmenningar skoraðu sjey ferðir á rað, og so lá eitt óvæntað sorl í luftini til vertirnar.
Teir bláu megnaðu at pynta um úrslitið, men hóast trý mál ikki síggja út sum nakað stórtap, so var Neistin ongan tíð í nær námind sigrinum seinastu 20 minuttirnar.
Um tað vóru timburmenn eftir finalusigurin, skal vera ósagt. Men sjálvir hava Neistamenn fleiri ferðir sagt, at tað ræður um at seta sær nýggj mál, nú finaluplássið longu er víst. Og tað er okkurt, sum bendir á, at teir enn ikki hava funnið heilt á beint í so máta.
Fakta um dystin
Neistin-VÍF 29-32 (15-15)
10 min: 7-5
20 min: 12-9
40 min: 20-22
50 min: 21-30
Málskjúttar
Neistin: Heini Hanusarson 6, David Edvardsen 6, Sjúrður Thomasen 5, Finnur Hansson 4, Jens Mohr 3, Kristian Dulavík 2, Ingi Olsen 1, Jugoslav Djumic 1, Tróndur Kragesteen 1
VÍF: Bjarti Hansen 8, Agnar Joensen 7, Áki G. Olsen 4, Magnus Müller 4, Sámal Joensen 4, Áki Olsen 2, Joen P. Høgnesen 2, Regin Joensen 1
Útvísingar: Neistin 4, VÍF 3
Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg