Veddingarfyritøkur geva ikki KÍ-kvinnunum møguleika at vinna

Oddsini eru risahøg upp á sigur til KÍ-kvinnurnar móti serbiska meistaraliðnum; Spartak Subotnica

Í morgin spæla klokkan 14.30 spæla KÍ-kvinnurnar innleiðandi Champions League dyst móti Spartak Subotica úr Serbia.

 

Dysturin verður spældur í Køge í Danmark.

 

Í annaðkvøld klokkan 18 hittast HB Køge og KuPS Kuopio úr Finnlandi á sama vølli, og so verður seinni í vikuni spælt um fyrsta og triðja plássið.

 

Tvær veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin hjá KÍ, og tær halda snøgt sagt, at KÍ hevur ikki ein livandi møguleika móti Spartak Subotica.

 

1XBet letur 42,00 í oddsum upp á sigur til KÍ, og bara 1,02 upp á sigur til Spartak Subotica. 

 

Betfair letur 36,00 í oddsum upp á sigur til KÍ, og 1,03 upp á sigur til Spartak Subotica.