NSÍ fer um Eiðið eftir gullinum

Kvinnur: Einasti ósvaraði spurningurin er, um tað verður KÍ ella Víkingur, sum fer at fáa silvurkrónurnar

Klokkan 12.30 verður fyrsta bríksl í síðsta umfari í kvinnukappingini. Hetta árið er serstakt á tann hátt, at tað er tað fyrsta, har talan er um endaspæl. Og í dag er tað serstakt, at NSÍ kvinnurnar fara at vinna FM fyri fyrstu ferð. NSÍ kvinnurnar vunnu fyri stuttum steypafinaluna, og tá ið tær seinnapartin fara úr Sarpugerði og um Gøtueið og út aftur á eystara armin á Skálafjørðin, so vera tær greipuvinnarar.

 

NSÍ hevur trý stig fleiri enn KÍ, sum er næstfremst, og málmunurin hjá NSÍ er +94, meðan málmunurin hjá KÍ er +81.

 

Kí hevur vunnið FM øll árini síðani í 2019. Í dag fer KÍ í Gundadal at spæla ímóti HB, og tað skal ganga verri enn illa, um silvurkrónurnar ikki vera í viðførinum, tá ið tær fara til hús aftur.

 

 

 

Víkingur – NSÍ: Heri Wang Danielsen kl. 12.30

 

HB – KÍ: Andras Frederiksberg kl. 12.30

 

NSÍ54101111746
5302911043
Víkingur5122881540
HB5014602527