Tað tykist, sum um fleiri søgugrunnir føroyingar halda, at vit glaðir og naivir skullu leggja okkum á búkin fyri einum tiltiknum ráum og brutalum stórveldi og elta lograndi í hølunum á Grønlandi. Grønlendskirr Inuittar hava allarhelst lært øgiliga lítið av søguni hjá teirra lagsfeløgum í Alaska og Canada.
Har eru rættiliga fá av teirra lagsfólkum sum hava kunnað varðveitt síttt uppruna-mál og kultur. Hava vit heldur einki lært av søguni? Allastaðni har tann anglosaksiski (serliga tann eingilski og amerikanski) "kultururin" hevur fingið fríar ræsur, hava teir køvt og útruddað mál og lokala mentan hjá teimum fólkum, sum teir hava fingið atgongd til at ávirka og kulturpolitiskt dominera.. Tað hevur ikki verið vid vápnum, men við alskyns vulgerum og manipulerandi "tilboðum" á eingilskum máli.
Okkum nýtist bara at hyggja eftir Írlandi, har anglosaksisk mentan køvdi írskt mál eftir fáum ættarliðum ella Wales, har walisiskt næstan bara trívist í onkrum kvøldskúla í dag. Gæliskt mál, sum var tosað á Hebridunum og í Skotlandi er næstan bara kent á bóka- og skjalasøvnum í dag. Hvussu nógv upprunafólk hava ikki fingið sítt mál týnt av USA, líka frá indianarum til inuittar í Alaska. Eru vit føroyingar so naivir, at vit billa okkum inn, at vit sleppa at liggja uttan ágangandi kulturella invasión, bæði av Tv-sendarum, radio og kanska beinleiðis landgongd við aggressivum tiltøkum, sum fara at seta føroyskt mál undir so hart trýst og so sterka manipulatión, at bara tey allartreiskastu vera før fyri at lofta sær og varðveita sítt føroyska mál. Tá verður eingin bendiklubbi at kroka í.
TAÐ RISAMIKLA OG HOTTANDI PARADOKSIÐ
Petur Mohr Dam, Palli Henriksen, Heðn Brú, Martin Joensen og fleiri plagdu ofta at vísa til tey ræðandi dømi hjá okkara nærmastu grannum. Okkara oddamenn harmaðust jú um, hvussu støðan var í Hetlandi og Orkney-oyggjunum. Hesi oyggjalond høvdu akkurát sama mál, sum vit, men so komu tey undir tann kulturimperialistiska eingilska jarnhælin, og teirra mál hvarv eftir fáum ættarliðum. Beint eftir kríggið nevndu hesir visionæru og framskygdu menn ofta, at føroyskt mál hjá yngri fólki fór meira av lagi tey fimm árini, vit vóru undir eingilskari herseting enn eina heila øld undir Danmark.
TAÐ átti at verið sera tankavekjandi fyri øll tey, sum ynskja føroyskum máli eina framtíð. Annars verða tað bara eldri serlingar og útisetar, sum brúka føroyskt mál sum annað enn eitt ítriv ella kuriosum. So seint sum í 1950 unum ávaraði P M Dam ofta móti, at vit uttan eina danska kulturella verju-paraply, komu at liggja spillnakin og verjukeys yvirfyri ágangandi anglosaksiskari imperialismu, sum bara eftir stuttari tíð, uttan Danmark kundi týna føroyskt mál hjá ungdómi.
Hvis man heldur, at vit við okkara geografi, kunnu lofta okkum móti anglosaksiskari kulturimperialismu, antin hon er skipað ella bara eitt farligt "tilboð", so hevur man longu lagt "kongin" og ofrar heilt sína málsligu framtíð Vit kunnu ikki klára tær aggressivu avbjóðingarnar, uttan ta donsku grundtvigsku og menniskjansligu kultur-paraplýggju- verjuna. Tað er tað risamikla hóttandi paradoksið hjá tí larmandi loysingar-liðinum, sum allerhelst av ovurhuga ætlar at skjóta seg í báðar sínar nationalistisku platt-føtur.