Fyri fyrstu ferð í ár valdi John Petersen at byrja inni millum teir fyrstu ellivu, tá Skála skuldi í botnstríð móti B68. John, sum júst er fyltur 36 ár, hevur annars sett seg sjálvan í leiklutin sum jokari á beinkinum, men hesa ferð metti hann, at hann gjørdi størri nyttu við at byrja inni. Og hann var ikki einasti veteranurin við málum í gaggunum. Súni Fríði Barbá, sum í ár er hjálparvenjari hjá B68, kom eisini á vøllin seinastu 20 minuttirnar. Teir báðir eru spælararnir, sum eiga flestu málini í føroyskum fótbólti í nýggjari tíð, men mikukvøldið kundi so hvørgin teirra leggja nakað afturat í so máta.